27/02/2026
BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGS- OG FÓLKATINGSVAL 2026
Fram til 13. mars kunnu veljarar staddir í Íslandi greiða brævatkvøðu til Løgtingsvalið 2026 á:
Sendistovu Føroya í Reykjavík
Túngata 14, 3. hædd
101 Reykjavík
Brævatkvøðugreiðslan á sendistovuni fer fram mánadag-fríggjadag kl. 10–15.
Mælt verður til at greiða brævatkvøðu í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 15, soleiðis at atkvøður kunnu sendast heim til valstaðið í góðari tíð.
FÓLKATINGSVALIÐ 24. MARS
Fólkatingsval verður 24. mars 2026.
Føroyingar staddir í Íslandi eru vælkomnir at seta seg í samband við Sendistovu Føroya í Reykjavík við spurningum um mannagongd og møguleika fyri at greiða atkvøðu.
LESANDI
Sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:
• Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
• Tú skalt ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.
• Tú ert uttanlands í lestrarørindum.
Soleiðis gert tú:
Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.
1. Rita inn á Vangan
2. Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval
Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú útfylla skjal 1, sum tú finnur handan leinkið til kunngerðina.
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Sí meira kunning á:
https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/loegtingsval-nu-kanst-tu-soekja-um-valraett-a-vanganum-ella-beinleidis-hja-kommununi
SJÚKLINGAR
Hevur tú tørv á serligari skipan í sambandi við brævatkvøðugreiðslu, vinarliga set teg í samband við sendistovuna.
Eru ivamál, ber til at ringja til okkara á tlf. +354 511 3200 ella skriva til [email protected].
Sendistovan ynskir øllum føroyingum eitt gott val! 🇫🇴