11/03/2026
Tíðindi
Týðandi kunning um møguleikan fyri, at brævatkvøða í Donsku Sendistovuni til Løgtingsvalið 2026 og Fólkatingsvalið 2026
Tað er gjørligt at brævatkvøða til Fólkatingsvalið 2026 og Løgtingsvalið 2026 í Føroyum í Tel Aviv sunnudagin tann 15. mars. Borgarar, sum ynskja at atkvøða, eiga at seta seg í samband við sendistovuna á tlf. 03-6085850 ella við telduposti [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 10.00 fyri at fáa eina tíð til at brævatkvøða. Tað er neyðugt, at biðja um tíð.
Øll, sum á valdegnum lúka niðanfyri nevndu treytir, hava rætt til at brævatkvøða til fólkatingsvalið og Løgtingsvalið:
• hava danskan ríkisborgararætt (ríkisborgaraskap)
• eru 18 ár
• hava fastan bústað í kongaríkinum og
• ikki eru undir verjamál við fullari frátøku av rættarligari førleika (ikki er ómyndugur)
Persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, hava ikki valrætt til fólkatingsvalið í Danmark. Hesir hava í staðin fyri valrætt til fólkatingsvalið í Føroyum.
Ein veljari, sum ynskir at brævatkvøða, hevur sjálvur ábyrgdina av at kanna, hvørjir flokkar og valevni, ið eru uppstillaði í Føroyum.